Putin: Russland fer at náa sínum máli við innrásini

Russland fer heilt sikkurt at náa sínum máli við krígnum í Ukraina.

Í februar 2022 grundg russiski forsetin, Vladimir Putin, fyri innrásini hjá Russlandi í Ukraina við at siga, at etniskir russar vórðu forfylgdir í Ukraina - eisini í Donbas. Partar av Ukraina høvdu brúk fyri at verða latnir leysir, segði hann. Russland fer at røkka sínum máli við krígnum, sigur Putin nú. (Savnsmynd). - Mynd: Mikhail Metzel/Ritzau Scanpix

Tað segði russiski forsetin, Vladimir Putin, seinnapartin í dag, sambært almennu russisku tíðindastovuni Tass.

- Málið við serligu hernaðarligu átakinum verður avgjørt nátt, segði hann á fundi í russiska verjumálaráðnum.

Við fáum undantøkum nevna Putin og restin av russisku stjórnini kríggið í Ukraina sum eitt serligt hernaðarligt átak.

Putin legði afturat, at Russland helst vil "beina rótorsøkina til ósemjuna gjøgnum diplomati".

- Men um mótparturin og teirra útlendsku viðhaldsfólk nokta at fara undir ítøkilig orðaskifti, so vinnur Russland sítt søguliga land aftur við hernaðarligum amboðum.

/Ritzau/