StÍF annað beinið í finaluni


 

 

Neistin-StÍF 23-29

Coca-cola kappingin, menn

 

StÍF vann fyrru hálvfinaluna í Coca-cola kappingini móti Neistanum við seks málum, og nógv bendir sostatt á, at teir nú hava meira enn annan fótin í finaluni.

StÍF var oman á so at siga allan dystin, og hóast Neistin soleiðis av og á mutaði harðliga ímóti, so eydnaðist teimum ongantíð at koma heilt upp á síðuna av mótstøðuliðnum.

Fyri Neistan skeyt Ári Rouch 5 mál, meðan Rune Møller, Jacob Jónsson og Áki Mørk skutu 4 mál hvør.

Fyri StÍF skutu Artur Johansen og Marius Joensen 6 mál hvør, meðan Alexander Johansen skeyt 5 mál.