Á longu ferðum sínum einsamallur í bátinum, er tað meiri enn so, at ein løta stingur seg upp har lítið og onki er at gera. Tá er tað, at Patrick Reilly plagar at lesa og blaða í ymsum bøkrum.
Í Írlandi las hann bókina Brendans rejse, ella the Brendan Voyage, sum uppruna heitið er. Fyri nógvar føroyingar er hendan bókin kend, og tey allarflestu hava helst hoyrt eitt sindur um hesa ferð, sum ævintýrarin Tim Severin stóð á odda fyri.
Á ferðini úr Írlandi til Newfoundland eru fimm mans við. Ein teirra er Tróndur Pætursson og á leiðini vestur um hav koma teir framvið Føroyum. Eg haldi menninar vera ørar at sigla í einum slíkum báti, men frásagnin er fantastiska spennandi, og er hon beinleiðis orsøkin til, at eg valdi at koma til Føroya, smílist Patrick Reilly. Tá teir kunnu higar í einum tílíkum báti, so kann eg eisini sigla her til í mínum báti hugsaði eg, sigur hann.
Patrick Reilly greiðir eisini frá, at hann ómetaliga gjarna kundi hugsa sær at vitja í Kirkjubø, síggja Brendansvík og staðið har írsku munkarnir hava búleikast av fyrstan tíð.
- Eg verið í Føroyum nakrar dagar aftrat og ætli mær heilt sikkurt at vitja har, sigur Patrick Reilly, sum vónar at renna seg inn í Trónd har og kanska fáa eitt lítið prát við hann.











