Støðan í skúla-ferðsluni var fyrimyndarlig

Løgreglan hevur kannað fersðluna við fleiri skúlar

 

Í gjár kannaði løgreglan ferðsluna við fleiri stórar skúlar í Havnini, á Argjum og í Klaksvík.

Í hesum sambandi kanna tey serliga bilar, sum koyra børn í skúla fyri at vita um børn og bilførari sita í trygdarbelti, og um annars alt er eftir forskriftunum.

Annars hava tey sæð dømi um, at børnini sita, ella standa leys aftan fyri, ella at tey sita í trygdarbelti – við eini skúlatasku á rygginum, og tað er ikki loyvt.

Men tey siga, at hesa ferð var støðan fyrimyndarliga góð, tí har var einki at finnast at nakrastaðni.

Men seinnapartin í gjár varð ein bilførari tikin fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan hann koyrdi, og tað fær hann so 1.000 krónur í bót fyri.