Jeffrei Henriksen
???????????????
Bókstavirnir a, i, og í eru nógv vanligari í føroyskum enn æ, y og ý. Hesar seinnu er sostatt rímiligt at rokna sum undantøk, sum eins og ð einans eiga at verða nýtt, tá ið hin skrivandi veit, at teir skulu nýtast. Í øðrum førum nýta vit hinar fyrru bókstavirnar fyri tey ljóð, ið hesir 6 bókstavirnir umboða. Í ivamálum eru lærari, rættskrivingar-orðalisti, orðabøkur og mállærur til hjálpar.
Í eini orðateljing og rættskrivingarkanning í barnastílum í 1950?unum varð funnið, at vanligastu æ-orðini vóru mær, tær, sær, væl, ær, spæla, næstan, rætt; vanligastu y-orðini vóru fyrr, fyri, fyrst, fylgdu, yvir, hyggja, bygd. Hesi orðini kunnu børn í enda á 3. skúlaári læra sum reksu. Læra tey síðan í 6.-7. flokki umljóðini, at á er skylt við æ (gás - gæs), at u og o eru skyld við y (sorg - at syrgja), at ú og ó eru skyld við ý (bróta - brýtur), so er væl sloppið. Innímillum kunnu tey læra onnur orð sum t.d. bræv og træ. Sjáldsomum orðum sum girða/gyrða, syll o.s.fr. er óneyðugt at gera nógv burturúr. Tann, sum dugir at nýta tílík orð, man eisini duga at finna, hvussu tey stavast.
Men miðvís framhaldandi undirvísing í rættskriving sum øðrum eigur sjálvandi at vera upp ígjøgnum alla skúlaskipanina!
Um 12-13 ára aldur verður ítøkiliga lært annaðhvørt, at tá ið vit kunnu seta orðið ?hitt? frammanfyri, ella tá ið vit kunnu seta "báturin/bátin" í staðin, skal hvørki-kyns-orð enda við -ð, og at tá ið vit kunnu seta døma/dømt í staðin fyri, enda sagnorð (í ivamálum) við ávikavist -a (sum ?døma?) ella við -ið/-að (fyri ?dømt?). Harafturat má lærast (um 13-14 ára aldur), at boðsháttur í fleirtali endar við -ið. Aðrar bend-ing-ar-endingar við -ð eru ikki í føroyskum.
Men harumframt má í 8.-10. flokki og aftur í miðnámsskúlunum verða gjørt greitt, hvat ið innihaldsligi munurin er á bundnum og óbundnum navnorðum og á navnhátti og lýsingarhátti og tí torføra luttøkuháttinum ("hevur/kundi herjað" - mótvegis "kun-di herja," navnhátti. - Men her kann ?døma/dømt? framvegis brúkast!). Hetta og annað slíkt í fram-halds-deild og miðnámsskúlum ikki bert til at vita, um vit skulu skriva ð ella ikki, men til at fata málsligan bygnað.
Í talaðum máli kunnu vit á máltónanum (intonatiónini) hoyra so mangt, sum ikki altíð líka greidliga kemur fram í skrift. Men har kann m.a. ymisk stavseting gera munin.
Heðin Brú kom á Skálatoftir og sá har valla tún, skrivaði onkur. Men tað var ikki so. Hann sá og legði til merkis. Tað, sum hann sá, vóru vallað tún. Og tað er ikki rættiliga tað sama.
Skal nøkur broyting gerast í føroyskum, sum nú aftur hugur tykir vera til, so kundi eg skotið upp, at hon verður tann, at hereftir verður álagt øllum, sum undirvísa í ella á føroyskum, í lesing einfaldliga at nevna bókstavin <a$?$end$!$ við sínum rætta føroyska navni, /ea/, og somuleiðis <y$?$end$!$ við sínum rætta navni, /i/, og harnæst í skriving skila til, at æ, y og ý eru "seinna /ea/" - "seinna /i/" og "seinna /ui/."<BR>Men skal hetta gerast veruleiki, so er neyðugt, at foreldrini eru við.
Uppískoyti
Tað skerst ikki burtur, at tey, ið eru von at nýta føroyskar máliskur og duga og eru von við at at orða seg væl á føroyskum, hava meir ella minni lyndi til at at blanda før-oyskar máliskur og orðingar uppí, tá ið tey skulu orða seg á donskum, - og øvugt: hjá teimum, ið eru von við og duga væl at orða seg á donskum, hava danskar orð-ing-ar lyndi til at sníkja seg inn í tað føroyska. Tað sama, um tú dugir málini væl ella illa, so trokar tað málið á, sum tú helst nýtir (í talu, skrift og lesnaði).
Funnist verður - og tað ikki uttan orsøk - at málinum í fjølmiðlunum. Mest sum ein treyt fyri fyrstarætti at sleppa framat har, er tað at hava danska journalistútbúgving. Ein treyt fyri at sleppa inn á journalistaskúlan er at duga væl danskt. Nakað síðan frættist, at fleiri umsóknir vóru úr Føroyum at verða upptikin har, og at skúlin valdi tey 6 burturúr, sum dugdu best danskt.
- Hvørjar eru niðurstøðurnar av øllum hesum?
- Kunnu okkara politikarar av illum kanska fáa avtalu í lag um aðrar upptøkutreytir fyri føroyingar?