Støðan er nógv verri

Føroyska heilsuverkið er í eini óndari ringrás, og hon er nógv verri enn politikarar vilja vera við

 

Føroyska heilsuverkið er í eini óndari ringrás og tað eru nógv viðurskifti, sum mugu fáast í rættlag, áðrenn læknar fara at søkja starv í Føroyum.

 

Tað segði Eivind Warberg, føroyskur lækni uttanlands, við Rás2.

 

Næstan 30 føroyskir læknar, sum arbeiða uttanlands, skrivaðu í farnu viku eina almenna fráboðan, har teir ávaraðu ímóti teimum sparingum, sum tað aftur nú liggur í kortunum, skulu gerast á Landssjúkrahúsinum.

 

– Sparingarnar eru bæði nasadjarvar og skilaleysar siga teir.

 

 

Les eisini: Tað er bæði nasadjarvt og skilaleyst

 

 

Eivind Warberg sigur, at nógvir av føroysku læknunum, sum eru uttanlands, høvdu havt hug at komið aftur til Føroya at arbeiða.

 

Men tað eru nógv viðurskifti, sum skulu fáast í rættlag áðrenn, tí teir eru fullgreiður yvir, hvussu vánalig støðan er - og hon er nógv verri enn politikararnir vilja vera við, leggur hann afturat.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Eivind Warberg greiða frá støðuni á Rás2.