Støðan er hvaðna verri nú

Høgni Hoydal er nú biðin um at greiða frá, hvussu gongur við at gera reglur fyri fólk, sum vilja sleppa í hagan

Støðan er ikki nøktandi og tað verður neyðugt at vit fáa eina greiða skipan fyri, hvør kann ferðast í fjøllunum í Føroyum, og hvussu vit skulu ferðast.

Tað heldur Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.

Hon vísir á, at fyri einum ári síðani spurdi hon Høgna Hoydal, landsstýrismann í búnaðarmálum, hvat hann ætlaði at gera við at fáa greiðari reglur um at ferðast í náttúruni.

Tá svaraði hann, at Fiskimálaráðið, Vinnumálaráðið og Innlendismálaráðið) høvdu samstarvað í longri tíð um at finna eina skipan. Samstundis skuldi eitt uppskot um hetta leggjast fyri Løgingið tingið á heysti 2018. Tað er skjótt eitt ár síðani, men enn er einki uppskot lagt fyri Løgtingið.

– Hevði hetta málið skund fyri einum ári síðani, er støðan hvaðna verri nú, sigur Kristianna Winther Poulsen.

Hon sigur, at tað frættist oftari og oftari um, at bøndur kring landið taka málið í egnar hendur og krevja tilvildarligar upphæddir fyri at lata fólk fara í hagan, bæði har talan er um ognarjørð og har talan.

– Støðan er als ikki nøktandi og elvir til mikla ørkymlan, bæði hjá føroyingum, sum vanliga ferðast frítt í náttúruni, og hjá teimum, sum fáast við ferðavinnu, sigur Kristianna Winther Poulsen.

Tí heldur hon, at tað er neyðugt, at vit fáa eina greiða ætlan fyri, hvussu vit ferðast, og hvør kann ferðast í haga og fjøllum í Føroyum.

Og tað skal Høgni Hoydal nú greiða frá alment. Í hesum sambandiv vil løgtingskvinnan eisini hava at vita, hvat landsstýrismaðurin sjálvur heldur um at lata hvørsmansrætturin vera galdandi, soleiðis at føroyingar kunnu ganga í føroysku náttúruni við teimum rættindum og skyldum, sum hetta ber við sær.