##med2##
TB hevur fingið sítt fyrsta stig hetta kappingarárið og B68 fekk stig annan dystin á rað. Hetta kundi staðfestast aftaná 2-2 javnleikin millum liðini á Svangaskarði fyrr í dag. Tey fýra málini komu uppá 21 minuttir í seinna hálvleiki.
B68 – TB 2-2 (0-0)
1-0: Áki Johannesen 64.
1-1: Ndende Adama Guéye 70.
1-2: Ndende Adama Guéye 80.
2-2: Lukasz Cieslewicz br 85.
Høvuðsvenjarin hjá B68, Øssur Hansen heldur, at sum dysturin lagaði seg og tá tað eydnaðist B68 at javna aftur so seint í dystinum var javnleikur í lagi. Øssur er tó ivaleysur í, at halda B68-leikararnir fast í góða hugburðin teir vísa vera stigini væl fleiri í tali skjótt.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Øssur Hansen fyrr í kvøld.