Ein landsumfevnandi neyðrættarstøða er í dag sett í gildi í Sri Lanka.
Tað hendir, eftir at Gotabaya Rajapaksa, forseti, er flýdur av landinum til Maldivurnar.
– Eftir at forsetin er farin úr landinum, er sett í gildi neyðrættarstøða fyri at geva politisku leiðarunum møguleikan at handfara kreppuna, sigur ein talsmaður fyri skrivstovuna hjá forsætisráðharranum, Dinouk Colombage.
Útgonguforboðið er sett í gildi í óásetta tíð millum annað í høvuðsstðanum Colombo. Tað skal vera við til at kyrra umfatandi mótmælini og ófriðin.
Fleiri túsund mótmælisfólk eru í dag við skrivstovuna hjá forsætisráðharranum, Ranil Wickremesinghes. Løgregla á staðnum nýtir táragass ímóti tí, sum hon kalla harðligar bólkar millum aktivistarnar.
Tann 73 ára gamli forsetin flýddi fyrr í morgun saman við konu síni og persónliga lívverjanum umborð á flogfar, sum lætti úr landsins størsta altjóða flogvølli.
– Passini vórðu stemplað, og tey fóru umborð á serliga flogfarið hjá flogvápninum, segði ein embætismaður.
Eftir øllum at døma mátti flogfarið bíða í ein tíma, til tað fekk loyvi at fara á flog. Tað var vegna ótryggleika um landingarloyvið á Maldivunum.
Longu mánadagin fór forsetin til flogvøllin í vón um at koma umborð á flogfar til Dubai. Men hann varð avvístur eftir eina spenta støðu, har bólkurin ikki kundi fáa neyðugu stemplini í passini.
Rajapaksa hevur áður lovað, at hann fór at boða frá síni fráferð í dag og geva møguleikan fyri »einum friðarligur valdsskifti«.
Boðini komu, eftir at hann leygardagin flýddi úr almenna bústaði sínum, tá fleiri túsund óð mótmælisfólk lupu á.
Hildið verður, at hann hevur viljað ynskt at farið av landinum, meðan hann sum forseti enn hevur órin.
Colombo hevur í fleiri vikur verið merkt av stórum mótmælum.
Fleiri túsund fólk hava verið í gøtunum við kravi um, at bæði forsetin og forsætisráðharrin fara frá.
Mótmælisfólkini eru óð um búskaparkreppuna, sum landið er í. Tey halda, at forsetin hevur ábyrgdina av støðuni.
Tjóðartingið í Sri Lanka skal velja nýggjan forseta 20. juli. Tað upplýsti formaðurin í tjóðartinginum mánadagin.
Sri Lanka liggur sunnan fyri India. Teir umleið 22 milliónir íbúgvarnar merkja í hesum døgum landsins ringastu búskaparkreppu í fleiri áratíggju.
/ritzau/AFP