Ísraelsmenn tikið leiðaran í felagsskapinum Fatah

Ísraelskar trygdardeildir hava tikið Marwan Barghouthi, sum er leiðari í felagsskapinum Fatah hjá Yasser Arafat á Vestara Áarbakka. Vesturlendskir eygleiðarar ávara Ísrael.

Líka síðani ísraelski herurin fór undir átakið á Vestara Áarbakka tann 29. mars, hava hermenninir leitað eftir Marwan Bharghouthi. Ísraelsmenn vilja vera við, at hann stendur á odda fyri teimum víðgongdu Fatah-limunum, sum hava skipað fyri fleiri atsóknum ímóti ísraelsmonnum. Sambært ísraelsku myndugleikunum hevur Bharghouthi í fleiri førum givið boð um at søkja at ísraelsmonnum, og hann skal eisini hava rindað palestinum samsýning fyri atsóknirnar. Bharghouthi sjálvur hevur avsannað allar skuldsetingarnar ímóti sær.
Ísraelska blaðið Haaretz skrivaði í gjár, at servandir hermenn høvdu leitað eftir Marwan Bharghouthi í Ramallah, og at teir høvdu funnið hann í einari íbúð í býnum.
Jibri Rajoub, sum stendur á odda fyri einari av teimum palestinsku løgregludeildunum á Vestara Áarbakka, ávaraði í gjár ísraelsmenn ímóti at gera Bharghouthi mein. Hann vísti á, at tann tikni er limur í kollveltingarráðnum hjá Fatah og limur í palestinska lóggevandi tinginum.
Nakað undan ísraelska átakinum á Vestara Áarbakka tosaði ísraelska sjónvarpið við Marwan Bharghouthi, sum tosar flótandi hebraiskt. Tá segði Fatah-leiðarin, at ætlaðu ísraelsmenn at beina fyri sær, fór tað at kosta nógvum ísraelsmonnum lívið.
Vesturlendskir eygleiðarar í Ísrael siga, at handtøkan í Ramallah er uttan iva tann størsti sigurin hjá ísraelsmonnum, síðani herurin fór undir átakið fyri meiri enn fjúrtan døgum síðani. Men teir ávara samstundis ísraelsmenn. Marwan Bharghouthi er sera væl umtóktur millum palestinar, og seinastu árini hevur hann verið mettur sum møguligur eftirmaður hjá Yasser Arafat. Tí eiga ísraelsmenn at vera varnir, siga eygleiðararnir.