Ísrael loyvir meiri bygging

Ísraelsku myndugleikarnir hava kunngjørt, at teir hava góðkent eina ætlan um at byggja 1.100 íbúðir í eystara parti av Jerusalem. Stjórnin góðkendi ætlanina, hóast USA segði seg vera ímóti henni, um uttanríkisráðið í Washington hevur seinni funnist at samtyktini.

Byggingin í eystara parti av Jerusalem og á Vestara Áarbakka er ein av teimum størstu stríðsspurningunum millum ísraelsmenn og palestinar og er høvuðsorsøkin til, at palestinar hava sýtt fyri at koma aftur til samráðingarborðið.

Palestinski samráðingarleiðarin, Saeb Erekat, sigur, at avgerðin hjá ísraelsku myndugleikunum at góðkenna enn eina byggiætlan er sum at geva Miðeysturkvartettini ein vátan vøtt frammaná. Kvartettin, ST, ES, USA og Russland, roynir í hesum døgum at fáa eina avtalu um, hvussu friðarsamráðingarnar skulu byrja aftur, og hvussu tær skulu skipast.