Minst 63 fólk doyðu í nøkrum hørðum spreingingum í einari lóðurgoymslu nærhendis albanska høvuðsstaðnum Tirana í dag Lóðurgoymslan er 12 kilometrar uttan fyri Tirana, og sambgært myndugleikunum var talan um fleiri ógvuliga harðar spreingingar. Umleið ein tími var millum spreingingarnar, sum vóru so harðar, at øll vindeyguni á flogvøllinum við Tirana brotnaðu av trýstinum.
Eygnavitni hava greitt frá, at hermenn vóru í ferð við at bera lóður inn í goymsluna, tá tann fyrsta spreingingin kom.
Sagt verður, at minst 63 fólk, tey flestu sivilfólk, hava latið lív, og at uppaftur fleiri hava fingið skaða.
Albanski forsætisráðharrin, Sali Berisha, sigur, at støðan er sera álvarssom.