Bygdarráðið hevur nevniliga samtykt, at ein sonevndur sparkivøllur skal gerast á staðnum, tey kalla Í Flatabø.
Ætlanin verður gjørd sum ein partur av eini stuðulsætlan hjá Fótbóltssambandinum, har hetta sambandið stuðlar verkætlanini ígjøgnum UEFA við 60.000 krónum. Goldið verður somuleiðis fyri at veita og leggja graslíkið á.
Tað er einki spælipláss í økinum, og hetta er eitt sera áhugavert tiltak at fáa framt. Væntandi verður hetta eitt vælumtókt tiltak hjá ungum og vaksnum, verður sagt úr Vestmanna kommunu.
Øll verkætlanin fer væntandi at liggja um 200.000 kr.