Hon tekur við eftir Sverra Mohr Edvinson, ið herfyri tók við nýggjum avbjóðingum í Føroya Sparikassa.
Eyðvør Dam er 41 ára gomul og hevur starvast í Sparikassanum í knappliga 20 ár. Hon byrjaði í Sparikassanum 1. juni 1984. Frammanundan hevði hon verið í skrivstovulæru hjá byggifelagnum Danberg & Sørensen í Havn. Hon tók sparikassaútbúgving og er eisini farin undir Finansiel Videreuddanelse.
Nýggi deildarleiðarin er ættað úr Skopun, men hon býr í Húsavík. Hon er gift við Eyðfinni Dam.
Eyðvør er eisini virkin uttan fyri arbeiðið. Hon hevur drúgvar royndir frá lokalpolitikki, tí hon var bygdaráðsforkvinna í Húsavík í tvey valskeið í tíðarskeiðinum 1993-2000. Eyðvør er eisini við í einum felagi, ið skipar fyri dansispølum og gamlamannadansi, og so dámar henni eisini væl at fáast við handarbeiði.
Í sambandi við starvssetanina verður móttøka á deild Sparikassans heima á Sandi mikudagin 11. februar kl. 15-17. Móttøkan er almenn, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið.