Spanskt/ Føroyskt í Miðlahúsinum

Nú klokkan 16 verður nýggj Spanskt/Føroysk orðabók løgd fram í Miðlahúsinum

Bókin er serliga ætlað miðnámsskúlunum. Í bókini eru útvald leitorð, ið eru mest viðkomandi hjá miðnámsskúlanæmingum og øðrum, ið vilja læra spanskt.

Orðini eru skipað bæði í vanligt stavrað og í evni. Til hvørt kapittul eru nýggjar tekningar eftir listamannin Janus Guttesen.

Tær báðar Randi Meitil og Birgit Remmel, málfrøðingar og lærarar í sponskum og føroyskum í Hoydølum, hava skrivað bókina.

Orðabókagrunnurin fer samstundis at leggja ?beta-versjón? av nýggjum orðabókaportali út. Hesin portalur skal geva telduatgongd til allar tær orðabøkur, ið Orðabókagrunnurin gevur út ? teirra millum móðurmálsorðabókina.

Spanska orðabókin hevur sítt serliga pláss í nýggja portalinum sum fyrsta skúlaorðabók hjá OBG.

Alnet Studio hevur staðið fyri nýggja portalinum, ið saman við aðrari teldutøkni av álvara fer at flyta orðabøkurnar inn í telduøldina.

Nýggja bókin og portalurin verða løgd fram í Miðlahúsinum fríggjadagin 11. september kl. 16.