Spanskir tónar á Meiaríinum

Spanskir sangir og tónleikur eru á skránni, tá konsertir verða á Gamla Meiaríinum í Havn hósdagin og leygardagin

 

Hósdagin 29/11 kl. 21.00 og leygardagin 1/12 kl. 17.00 verða forkunnugar konsertir á Gamla Meiaríinum í Havn. Talan er um eitt samstarv millum Tórshavnar kamarkór, gittarleikarin Ólavur Jakobsen og Grímu.

Høvuðsverkið til konsertirnar verður Romancero Gitano (1951) sum merkir Sigoynarakvæðið. Tónleikin hevur italienarin Mario Castelnuovo- Tedesco skrivað til yrkingar, sum navnframa spanska skaldið Federico Garcia Lorca skrivaði í fyrru helvt av farnu øld. Tað serliga við hesum verkinum er, at talan er um kórtónleik saman við virtuosum gittartónleiki. Umframt nevnda høvuðsverkið, sum kórið og gittaristurin framføra, fara sangarinnan Unn Paturson og Ólavur Jakobsen at framføra spanskar sangir, sum Lorca eisini skrivaði løg til.


Eisini á føroyskum

Yrkingarnar hjá Lorca bera dám av einum persónligum myndamáli, sum tó altíð stendur neyvt í sambandi við spanska mentan og søgu, og við flamenco mentaninna, sum serliga hevur sín uppruna hjá sigoynarunum í Suðurspania. Í tónleikinum, sum verður at hoyra, er tí altíð ein klárur spanskur fólkatóni og serlig flamenco stíleyðkenni, blandað saman við klassiskan, miðaldarligan og suðureuropeiska traditión.

Sanginir sum vera framførdir eru á sponskum máli. Sjónleikarin Hans Tórgarð fer at bera yrkingarnar fram á føroyskum, soleiðis at áhoyrararnir vita av, hvat sungið verður um. Til konsertina er eisini ljóspallur settur upp, og framførslan, sum heild, er væl løgd til rættis.

Tað verður alt meira vanligt hjá Norðbúgvum at fara suðureftir til tey heitu londini, tá dagarnir styttast. Tiltakið niðri á Meiaríinum hesar dagarnar, er kanska ein roynd at draga eitt sindur av suðureuropa ? Spania ? norðureftir til Føroyar á hávetri.