Spanska stjórnin ger nú tað, sum vit her í Føroyum eftir øllum at døma ikki duga - ella vilja - gera.
Stjórnin minkar nú um meirvirðisgald á neyðsynjarvørum fyri at lætta um prísvøksturin hjá teimum, sum hava minst at keypa fyri.
Átakið hjá sponsku stjórnini er ein partur av einum nýggjárspakka, sum væntandi fer at kosta einar 10 miljardir evrur.
- Næstu seks mánaðirnar fara vit at minka um meirvirðisgjaldið á týdningarmestu matvørunum úr fýra prosentum og niður í 0 prosent.
Tað sigur spanski forsætisráðharrin, Pedro Sánchez.
Listin yvir matvørur, sum fara at gerast bíligari, fevnir eitt nú um breyð, mjólk, egg, ost, fruktir og grønmeti.
- Meirvirðisgjaldið á eitt nú pasta og matolju fer úr tíggju prosentum og niður í fimm prosent, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.











