Tjekkia verður eitt av teimum átta liðnum, ið skal spæla um eitt av teimum fýra seinastu atgongumerkinum. Skotland megnaði ikki at fylgja skjótu og teknisku spaniólinum og taptu 3-1. Ein ósigur, ið merkir at Skotland ikki verður at síggja til EM endaspælið.
Spania endaði ovast í bólki I við fullum stigatali og tað sigur ikki so lítið um styrkina hjá verandi HM og EM vinnarinum. Spania vann dystin 3-1 og tað var ongantíð nakar ivi um úrslitið. Tjekkia gjørdi sína skyldu og vann á Litava.
Bólkur I:
Litava Tjekkia 1-4 (0-3)
0-1 Michal Kadlec, 2 br
0-2 Jan Rezek, 16
0-3 Jan Rezek, 45
1-3 Darvydas Sernas, 68 br
1-4 Michal Kadlec, 85 br
Spania Skotland 3-1 (2-0)
1-0 David Silva, 6
2-0 David Silva, 44
3-0 David Villa, 54
3-1 David Goodwille, 66 br
Støðan í bólkinum:
1. Spania 24
2. Tjekkia 13
3. Skotland 11
4. Litava 5
5. Liktinstein 4
Spania beinleiðis víðari, Tjekkia skal spæla um at koma víðari.