Spania fingið nýggjan landsliðsvenjara

Luis Aragones, sum fyrr í ár førdi spanska landsliðið til EM-heitið í fótbólti, er nú venjari hjá turkiska Fenerbahce. Hetta hevur fingið spanska fótbóltssambandið at leita eftir nýggjum venjara, og hann er nú funnin. Tað verður 57 ára gamli Vicente del Bosque, sum tekur við starvinum. Vicente del Bosque er sjálvur úr Spania, og er mest kendur sum bæði leikari og venjari í Real Madrid.

Fyrsta uppgáva hansara í spanska venjarastarvinum verður 20. august, tá ið Spania møtir Eysturríki í einum vinardysti.