Spælipláss í Froðba

Nú er tað eftirhondini eitt sindur síðan, at kommunan er komin við einari dagføring um, nær spæliplássið í Froðba verður klárt til nýtslu hjá almenninginum, skrivar Tvøroyrar kommuna á facebook.

 

Gongd hevur tó alla tíðina verið í málinum, og nú eru allir smálutirnir viðvíkjandi arbeiðstøku og veiting av fallundirlagi so smátt byrjaðir at fella uppá pláss.

 

Eftirsum kommunan kom í eina heldur keðiliga støðu í sambandi við upprunaliga veitaran av spæliplássinum, er ætlanin nú, at lokala fyritøkan Sp/f Roest Múrarameistarar, í samstarvi við teknisku deild hjá kommununi, fara at gera økið rundanum spæliplássið klárt og leggja sermerkta fallundirlagið, sum er eitt krav á tílíkum spæliplássum, skrivar Tvøroyrar kommuna.

 

Fallundirlagið er leverað av Sp/f JSS á Tvøroyri.

 

Fyrireikingarnar fóru í gongd í síðstu viku, og eru maskinur og tilfar, eins og aðrar neyðugar veitingar so sum vatn og arbeiðsstreymur, lagdar inn á økið.

 

Sjálvt arbeiðið byrjar beint eftir Ólavsøku, skrivar Tvøroyrar kommuna á sínum vanga á facebook.