Spæligleðin vann

Bæði Lama Sea og GoGo Blues borðreiddu við einari livandi spæligleði, sum bóru bólkarnar víðari í hálvfinaluna.

Ummæli

Lagt varð upp til eitt spennandi fyrsta umfar av Prix ?05 í Fuglafirði leygarkvøldið. Fínpussaðu DejaVu og garvaðu GoGo Blues vóru hálvavegna skyrdir sum favorittar innan umfarið, men eisini outsidarirnir Lama Sea og SIC lógu og lúrdu. Eftir nakrar væleydnaðar framførslur, var stórur ivi um, hvør skuldi fylgja GoGo Blues til hálvfinaluna, tí nú var Paradox brádliga eisini vorin ein lítil møguleiki. Tá avtornaði høvdu lívligu Lama Sea smoygt seg framvið bæði DejaVu, SIC og Paradox.

Góðir men stillir
DejaVu, ið gjørdis nr. 2 í finaluni í 2003, løgdu fyri hettar kvøldið. Teirra framførsla var ikki so nógv ørðvísi enn fyri tveimum árum síðani. Einkul løg við rættuliga stemningsfyltum soundið, kryddað við offbeat rýtmum. Tað hoyrdist væl, at teir hava spælt nógv saman í seinastuni. Teir vóru sera væl samanspældir og góvu sum heild áhoyrarunum eina góða framførslu.

Fyrsta lagið ?If someone calls you? var fjøllbroytt og kensluborið, og kanska tað besta lagið hjá DejaVu hetta kvøldið. Intro?in til næsta lagið við trummum og klaver var góð, men í niðurlagnum, har Líggjas Olsen við langum tónum sang, burdi Flóvin E. Viderø stuðlað við einari lekrari aðrustemmu. Spell ikki at útnytta tað góða sang-potentialið í bólkinum til fulnar, eins og gjørt varð í tí triðja lagnum, tí tað riggar væl, tá ið teir báðir syngja í senn.

Sum heild vóru løgini hjá DejaVu góð, men tó eitt sindur óinteressant. Møguliga var tað sjálv framførslan hjá DejaVu, ið var orsøkin til hetta. Sum áhoyrari fekk ein ta kenslu, at bólkurin spældi fyri sær sjálvum, heldur enn at framføra fyri fólkunum í salinum. Eitt nú høvdu teir stilla soleiðis upp, at Líggjas vendi ryggin til restina av bólkinum, tá ið hann spældi klaver og sang. Tað sá undarligt og innanhokið út. Eisini sýntist tað løgið og óneyðugt, at Flóvin sat á einum stóli og spældi guitar. Gamaní, tað er óivað eitt tilvitað val at sita stillur og síggja innhugsin út, men tað læsir bólkin fastan og skapar eina keðiliga frástøðu til áhoyrarnar. Haldi ikki, at tónleikastílurin krevur hesa frástøðu, hóast hann er kensluborin og laidback. Tvørturímóti. Endamálið má verða at upptraðka og skapa áhuga fyri tí, man hevur at framføra. Tað er nevnliga munur á at sita í studio og spæla, og so at framføra fyri áhoyrarum. Tað merkir ikki at man partú skal upp at hoppa og leika í, men at man ikki bara tekur seg sjálvan í álvara, men eisini tey, man spælir fyri.

Livandi spæligleði
Longu áðrenn teir byrjaðu at spæla, sást týðiliga, at hesir ungu garpar vóru livandi og fullir av spæligleði. Lama Sea vóru komnir fyri at undirhalda og áhoyrararnir fingu undirhald fyri allar pengarnar. Teir spældu ikki fyri sær sjálvum, men fyri fólkunum úti í salinum. Tað er eingin ivi um, at bólkurin yvirraskaði nógvar áhoyrarar positivt við sínum lætta funk- og sving-rokki.

Við lagnum ?Spending all my love? var stílurin lagdur. Við einum skemtiligum og fjákutum Janusi Rasmussen sum forsangara, mintu teir ikki sørt um danska bólkin ?Tin Tin og Hårtørrerne?. Kanska ikki í tónleiki, men í øllum førum í stíli. Jón Klæmint Hofgaard á guitar og Sakaris Emil Joensen á bass fylgdu stílinum hjá Janusi, og saman fingu teir tríggir frontfigurarnir rættuliga fólki við. Úti í høgra borði stóð trumfurin hjá bólkinum, Tróndur Herason, og kryddaði við sínari trompet.

Tað krevur nógv yvirskot reint tónlistaliga at kunna upptraðka so orkumikið og útfarandi sum Lama Sea gjørdi. Av og á hoyrdist týðiliga, at nógva orkan, ið brúkt var at halda skemtiliga stílin, ávirkaði tað tónlistarliga samanspælið og sangstemmurnar. At spæla skitið merkir ikki, at man ikki skal spæla tight. Stílurin, løgini og útsetingarnar eru longu har, og um Lama Sea skal yvirraska alt og øll og náa finaluna, skulu teir leggja seg eftir eisini at fáa sjálvan tónleikin at svinga 100% allan vegin meðan teir upptraðka.

Teknikkurin sveik
Triði bólkurin ? ella duo?in ? Dimmi, kom ikki væl frá byrjanini. Hvørki so ella so. Fyrst virkaði teknikkurin ikki, og tað var sjálvandi sera óheppið og synd. Men tað var eisini torført at síggja og hoyra, hvat konseptið í veruleikanum var.

Veit ikki, hvørji krøv verða sett fyri at kunna luttaka sum bólkur ella duo í Prix Føroyar, men tað tykist sera løgið, at fyrireikararnir hava loyvt Dimmi at luttaka við pre-innspældum tónleiki á palli. Gamaní segði Gulli Johansen av og á okkurt í mikrofonina, og av og á dansaði hann á pallinum, men meginpartin av tíðini hugdi hann í ein telduskerm, meðan Malan Tyril sang inn yvir tann innspælda elektroniska tónleikin.

Av teim upprunaligu 32 tilmeldaðu bólkunum, vórðu heili átta sáldaðir frá. Synd, um onkur av teim átta var ein bólkur, sum spældi livandi tónleik.

Í heimsklassa
Um tú skalt marknaðarføra blues tónleik so droppa Gary Moore, Robben Ford, B.B. King og John Lee Hooker. Ring til GoGo Blues, og bið teir koma.

GoGo Blues komu, spældu og sigraðu. Uppá allar mátar vóru GoGo Blues í einum klassa fyri seg í Fuglafirði. Við teirra royndum og dygdum vóru teir møguliga favorittar hetta kvøldið, men at teir skuldu vera so cool og borðreiða við einari so einastandandi framførslu, var eitt sera positivt yvirraskilsi.

Møguliga vóru tað nógvir áhoyrarar, sum ikki høvdu hoyrt ordiligan blues-rokk áður, men longu tá fyrsta lagið byrjaði, gjørdust fólk varug við, at bólkurin hevði nakað serstakt at bjóða. Tað var einki minni enn blues-rokk í heimsklassa! Bólkurin spældi sum ein samansjóða eind og við sínari feitu bluesrødd og eminenta guitarspæli, gav Uni Debes alt, hann átti.

Hóast tað fyrst og fremst svingaði totalt, vóru eisini detaljurnar í hásæti. Stundum flættaðu solo?irnar hjá Una seg inn millum djúpu, men kontantu bass tónarnar hjá Arnold Ludvig og millum skeivu sløgini hjá Rógva á Rógvu. Variatiónirnar vóru nógvar og góvu greið prógv um, at blues ikki nýtist at vera einstáttað.

Við teirra drúgvu royndum kundi ein verið bangin fyri, at teir fóru at taka sær av løttum, men so var ikki. Gleðin við at spæla kom týðiliga til sjóndar, og tað var eisini eyðsýnt, at tað ávirkaði teir positivt, at fólk tóku so væl ímóti orkufulla og vælsmurda blues tónleikinum. Við lagnum ?I?m Gone? settu teir veruliga prikkin yvir i?ið og gjørdu ein rimmar enda á eini fantastiskari framførslu.

Ungir og harðir
Næstseinast á pallin vóru Paradox. Einans 15 og 16 ára gamlir trinu teir á pallin sum um tað var gerandiskostur. Ok, eitt sindur av ?helgens hetta er feitt? sást á andlitsbránum, tá fólk heppaðu á teir niðri í salinum, meðan teir gjørdu seg klárar á pallinum. Eisini sást týðiligt, hvussu ágrýtnir og hugaðir teir vóru at sleppa í gongd.

Hóast ungir á aldri, so høvdu teir roynt at staði á palli fyrr ? m.a. í Margarinfabrikkini í Havn og á ólavsøkukonsertini (sum vinnari av pop-top konsertini). Og hetta sást. Har var eingin slingur í valsinum: Við stoltari rødd byrjaðu teir hart og kontant við lagnum ?Lost my Pride?. Heavy-rokkurin floymdi út úr hátalarunum og legði lunnar undir snjøllu, men góðu røddina hjá Heina Gilstóne Corfitz Andersen.

Sangirnir vóru rættuliga góðir og nógv góð hugskot vórðu roynd. Millum annað varð kryddað við einum sera feitum guitarriffi í lagnum ?New Day?, ið eisini var tað mest melidiøsa lagið. Eisini høvdu teir góð breaks inn í millum, og sum heild var tað ein góð og orkufull framførsla, sum Paradox gav áhoyrarunum. Onkrastaðni kundi tað kanska svingað betri, men teir megnaðu veruliga at fáa lív í áhoyrarnar í salinum, og tað var eitt stórt pluss.

Tað er eingin ivi um, at limirnir í Paradox hava potentialið. Um tað verður sum bólkurin Paradox, ella teir finna aðrar leiðir, fer tíðin at vísa.

Eldri og enn harðari
Sum seinasti bólkur komu SIC inn á pallin við døkkum eygum og ringum í vørrini. Tað var eingin loyna, at nú skuldi tað tunga og tað harða veruliga buldra úr hátalarunum. Og tað gjørdi tað, so tað stóð eftir. Tónleikaliga framførslan hjá SIC var sera góð og neyv, og teir megnaðu veruliga at fáa lív í meginpartin av áskoðarafjøldini. Serliga lagið ?Rough? var gott, tí tað var rættuliga varierandi. Í hesum lagnum varð rúmd funnin í tjúkka ljóðmúrinum fyri einari pinkulítlari solo og nokk so nógvum sangi.

Hini løgini náddu ikki heilt somu hædd. Ikki tí, grundleggjandi vóru tey allright, men tað kundi verið arbeitt meira við variatión og detaljum, hóast trash-metal fyrst og fremst skal flyta, um ikki fjøll, so tunga luft.

Nógv fólk hava ta fatan, at tá ið tað snýr seg um trash-metal, ja so skal sangarin bara standa og skrála so hart og vilt sum til ber. Men tað er ikki heilt rætt. Ella jú, hann skal kunna skrála bæði høgt, lágt og hart, men tað setir samstundis sera stór krøv til ein trash-metal sangara og røddina hjá honum. Tað torføra er ikki at rópa og skrála, men samstundis hava stýr á hesum. Eisini skal eitt skrál halda tónan. Viðhvørt skal sangarin so eisini veruliga skrála garvilt, fyri síðani brádliga at fara beinleiðis til sang. Alt hetta megnaði Mikkjal Gaard Hansen til eitt reint 13 tal, og hann var eisini ein góður frontfigurur í aðrar mátar við sínum livandi rørslum.

Møguliga kundi SIC tó verið enn meira villir á pallinum, enn teir vóru, og gjørt enn meira burturúr upp á onkran máta, men sum heild var tað ein tung, rá og sterk framførsla.

Væleydnað tiltak
Tikið samanum var dygdin á teim ymisku framførslunum sera góð í hesum fyrsta undanumfarinum. Eisini ljóðgóðskan og ljóðblandingin var góð, umframt skiftandi og spennandi ljósi, sum setti dám á pallin.

Áhoyrararnir fingu tað, teir vóru komnir eftir, nevnliga góðan og fjøllbroyttan tónleik og fólk vóru í góðum lag. Tað er sagt fyrr, men tolir væl at verða endurtikið: Mentanarhúsið í Fuglafirði hevur júst røttu stødd og innrættan til eitt tílíkt tiltak. Spennandi verður tískil at hoyra og síggja, hvussu hini trý undanumførini fara at hepnast.