Spælarar mugu niður í løn

Feløgini í donsku superliguni hava tað trupult fíggjarliga, og nógv av feløgunum hava stór hall. Roknað verður við, at feløgini í ár koma at hava 375 milliónir krónur í halli samanlagt. Fótbóltsøkonomurin Jesper Jørgensen heldur, at spælararnir koma at merkja hetta.
- Nýggju sáttmálarnir, sum fara at verða gjørdir, verða á lægri støði enn teir hava verið seinastu árini. Eg rokni við, at spælararnir skulu venja seg við at fáa 20 prosent minni í løn, sigur hann.