Tað gongur strilti hjá Liverpool at manna lið í løtuni. Virgil van Dijk, Joe Gomez og Fabinho, eru allir skaddir, og tí er eitt stórt hol í miðverjuni hjá Liverpool, sum verður uttan miðverjarnar, Virgil van Dijk og Joe Gomez, restina av kappingarárinum, meðan Fabinho er á veg aftur.
Fyrr í ár hava spælarar sum Kostas Tsimikas, Thiago Alcantara og Sadio Mane sitið uttanfyri við koronu. Hesa ferð er tað stjørnuspælarin og toppskjúttin Mohamed Salah, ið hevur fingið koronusmittuna.
Hann er avmyndaður og filmaður til brúdleypið hjá beiggja sínum fyri kortum, og tað hevur vakt ans í bretsku fjølmiðlunum. Mohamed Salah verður ikki við komandi landsdystin fyri Egyptaland, og skal helst eisini sita uttanfyri tá Liverpool spælir toppdyst móti Leicester eftir landsliðssteðgin.











