BØRN OG SPÆL
Nakað herfyri spældu eini 20-30 børn hockey hvørt einasta kvøld á júst asfaltteraða økinum norðanfyri virkið hjá P/F Snodd á Toftum.
Børnini stuttleikaðu sær óført, og tey vóru sein aftur til húsa hvørt kvøld. Hetta vóru børn í fleiri aldursbólkum, bæði gentur og dreingir úr 10 árum uppí eini 14 ella so.
Tey trivust ógvuliga væl í góðveðrinum hesi kvøldini, hóast onkur fekk eitt lítið
skursl her ella har ? og kanska skrædnaðu knøini í onkrum buksum eisini!
Hetta kvøldið, Sosialurin steðgaði á, vóru børnini ikki so mong í tali, men eisini tá stuttleikaðu tey sær óført.
Sum kvøldini gingu, fækkaðust børnini, tí okkurt kvøldið regnaði nakað illa, og tá var uppmøtingarhugurin ikki so góður.
Hópur av børnum hava keypt sær hockey-stavar í Leikabúðini í Saltangará. Tveir stavar eru í hvørjum posa, og teir bíligaru kosta minni enn 50 krónur. So, hetta er ein lítil íløga. Tey, ið hava keypt stavar, lána í onkrum føri einum vinmanni ella vinkonu tann, tey ikki brúka.
Lítið man vera at ivast í, at hesi vælumtóktu hockey-kvøldini á nýggja
asfaltinum á Toftum fara at halda fram, tá ið veðrið aftur er til vildar.