Seinnapartin varð fyrsta føroyska vakstrarfyritøkan, gazellan, funnin. Vinnari var byggifyritøkan Jóan Petur Vang Ársins føroyska vakstrarfyritøka, gazella, varð vald á vinnudegi í Eik Banka fyri løtu síðani.
Fyritøkurnar verða valdar eftir, hvør hevur havt størsta vøksturin í umsetningi síðstu fýra árini.
Úrslitið var hetta:
Nr. 1
Sp/f Jóan Petur Vang, byggifyritøka. Fyritøkan hevur havt ein vøkstur á 439 prosent síðstu fýra árini.
Nr. 2
Sp/f El.fo. Fyritøkan hevur havt ein vøkstur á 393 prosent síðstu fýra árini.
Nr. 3
Sp/f Selmar Nielsen, arkitektur. Fyritøkan hevur havt ein vøkstur á 284 prosent síðstu fýra árini.
Tað er fyritøkan Business-Line, sum skipar fyri vinnudegnum í samstarvi við blaðið Børsen.
Vinnarin er at hoyra á Rás2 klokkan 1830.










