Vilhelm Már Þorsteinsson hevur í dag tikið við starvinum sum stjóri í Eimskip. Hann kemur úr einum starvi sum stjóri í Íslandsbankanum.
Stjóraskiftið kemur í kjalarvørrinum av, at íslendska felagið Samherji í fjør keypti ein stóran ognarpart av felagnum frá einum amerikanskum íleggjara.
- Tað fer at merkjast, at broytingar eru í bæði stjórnini og nevndini hjá móðirfelagnum. Nýggi stjórin kemur úr bankaverðini, og hevur sjálvandi sín máta at hugsa og virka upp á. Tað kann geva nøkur frísk eygu til fyritøkuna, sigur Bogi Nielsen, stjóri í Faroe Ship, í samrøðu við Sosialin, og leggur afturat.
- Hetta kemur uttan iva at ávirka okkum í Føroyum, men vit síggja fram til tað, ið nýggi stjórin kemur við.
Til ber at lesa eina longri samrøðu við Boga Nielsen um Faroe Ship, ið fyllir 100 ár næsta mánað, í Vinnuni, ið er partur av Vikuskiftis-Sosialinum hesaferð. Til ber at keypa blaðið í sølubúðum kring landið - blaðið fæst eisini í talgildari útgávu á sos.fo