Sosialurin skrivar 27. januar 1990

Fyri 20 árum síðan:

Sosialurin skrivar leygardagin 27. januar 1990 m.a. at politikarar fáa ov nógva løn. Jógvan Durhuus løgtingsmaður sigur, at um vit ikki taka SEV-bygnaðin í álvara, kann hann rapa sum eitt korthús.

Kreditforeningen Danmark hevur fingið eitt tilboð upp á hagreiðingarvirkið Saké í Hósvík, sum felagið keypti í síðstu viku á tvingsilsuppboði. Fyritøkan P/F Wenzel Petersen er flutt í nýggjan virkisbygning við Oyggjarvegin. Talan er um bygningin har Maskinmeistaraskúlin heldur til í dag.