Sosialurin hevði 755.000 krónur í yvirskoti

Ársroknskapurin hjá Sosialinum fyri 2012 vísti eitt yvirskot upp á 755.000 krónur. Tað er munandi betur enn fyri 2012, tá Sosialurin hevði eitt hall upp á 520.000 krónur.

Ársroknskapurin hjá Sosialinum fyri 2013 vísti eitt yvirskot upp á 755.000 krónur. Tað er munandi betur enn fyri 2012, tá Sosialurin hevði eitt hall upp á 520.000 krónur. Altso ein framgongd upp á 1.275.000 krónur. Um úrslitið hjá Sosialinum verður roknað uttan kapitalpartar, so sær enn betur út, tí tá er úrslitið 1.028.000 krónur. Tað er serliga tí, at dóttirfelagið, P/F Miðlavarpið (Rás2), hevur givið hall.

 

Bruttovinningurin hjá Sosialinum fyri 2013 var upp á góðar 11 milliónir krónur. Starvsfólkakostnaðurin var 9,5 milliónir krónur.

 

Eginognin hjá Sosialinum er nú 7,9 milliónir krónur. Sosialurin hevur onga langfreistaða skuld. Har starvast um 25 fólk.

 

Sosialurin eigur allan partapeningin í P/F Miðlavarpinum (sum er felagið sum rekur Rás2) og 34 prosent av partapeninginum í P/F Prentmiðstøðini. P/F Nema eigur 66 prosent av Prentmiðstøðini.

 

Í leiðsluni á Sosialinum sita Jonhard Hammer, stjóri, og Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri.

 

Nevndin hjá Sosialinum er hendan:

Eyðfinnur Jacobsen, Tórshavn, foramður

Eirikur Lindenskov, Hoyvík

Johanna Debes Vang, Kvívík

Jonhard Hammer, Norðragøta

Ole Sloth Rasmussen, Danmark

 

P/F Miðlafelagið eigur allan partapeningin í Sp/F Sosialinum. Leiðsla og starvsfólk á Sosialinum eiga allan partapeningin í P/F Miðlafelagnum.