Sosialurin: Høgu fráfaringaravtalurnar ein farin tíð

Í vikuskiftis-Sosialinum hesaferð verður hugt eftir nøkrum av teimum samsýningum, ið eru latnar stjórum, ið antin eru koyrdir frá ella farnir úr starvi.

Tað verður ikki við verandi nevnd, at Betri-samtakið aftur fer at rinda einum stjóra upp móti níggju milliónir í fráfaringaravtalu. Nevndin hevur nevniliga ásannað, at tær fráfaringaravtalur, ið millum annað góvu Súni Schwartz Jacobsen 8,9 milliónir krónur, tá hann gavst sum forstjóri, vóru ov høgar.


- Vit hava ásannað í nevndini, at vit hava havt ov høgar fráfaringaravtalur og stjóralønir. Tí eru tær lækkaðar í teimum sáttmálum, ið vit hava við nýggju stjórarnar. So tað verður ikki við hesi nevndini, at vit fara at síggja líknandi fráfaringaravtalur í framtíðini, sigur Birgir Nielsen í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin, har tað hesaferð verður hugt eftir nøkrum av teimum samsýningum, ið eru latnar stjórum, ið antin eru koyrdir frá ella farnir úr starvi.


Til ber at lesa meira í Vikuskiftis-Sosialinum, ið er til keyps í sølubúðum kring landið.