Sosialurin gongur ov langt í óruddinum

Framhaldssøgan í Sosialinum, Føroya reinasta land, er á mangan hátt ein góð greinarøð, sum hevur kastað ljós á nógv órudd í landinum, og nú tykist sum um greinarøðin er farin av sporinum, og at teir báðir upphavsmenninir Álvur Haraldsen og Kári Mikkelsen ikki rættuliga vita, hvat teir vilja við røðini

Í staðin fyri at vísa á veruligt órudd og óhumsku minna fleiri av myndarøðunum um ódámligt dýnulyftarí. Eitt rustfrítt skiljiborð uttan fyri eina alistøð, er tað órudd?

Her í mínum nærumhvørvi í Elduvík, Oyndarfirði og á Hellunum vóru 18 myndir við í Sosialinum í gjár. Eg gjørdi mær ómak at hyggja eftir, og eg dugdi bara at síggja tvær av hesum 18, sum veruliga vístu órudd.

Nú rokni eg ikki við, at meiningin er við greinarøðini, at Føroya land skal gerast heilt kliniskt reint. Tað má verða pláss fyri virksemi og kreativiteti.

Eg defineri órudd soleiðis, at talan er um óbrúkiligar lutir, sum liggja og rekast og ongan góðan eiga.

Á Hellunum er víst órudd fram við einum húsaveggi. Eg veit ikki, um grammleikin hjá myndamanni og journalisti hevur verið ov stórur hendan dagin. Um myndamaðurin bakkaði tveir metrar og hevði eina vanliga linsu á fototólinum, so hevði ein nýmálað ruskbingja komið undan kavi. Hon er spent niður í betong, fyri at hon ikki skal enda úti á fjørðinum, tá ið hann slær niður úr Rættarhamri á útsynningi. Tað, at bert óruddið er avmyndað, tikið burtur úr einum samanhangi og ikki at tað liggur á einum kommunalum óruddsplássi, minnir ikki sørt um manipulatión.

Óruddið ella gomlu jarnlutirnir eru settir á ruskplássið, har teir hoyra heima og einaferð um vikuna ella so kemur bilur frá IRF og tekur hetta órudd burtur. Veldan, ruskplássið lýkur enn ikki allar treytir enn. Tað skal verða innhegnað, og ein persónur skal ansa tí og halda tað økið. Men hetta er ávegis. Plássið er planerað í summar, og nú vantar bert at gera arbeiðið liðugt. Niels hjá Harry á Strondum hevur evnað stykkið smotisliga til, og komandi ár verður tað fult lógligt, skulu vit trúgva myndugleikunum.

Nøkur dekk og nakrir oljudunkar eru eisini avmyndaði, og tey hoyra til virksemið hjá einum bussstjóra her á Hellunum. Hvussu hetta kann flokkast undir, órudd dugi eg ikki rættiliga at skilja. Kanska Sosialurin kemur við eini nærri grundgeving.

Hellurnar er annars tiltikið fyri at vera ein ruddilig bygd, so kanska tit skylda okkum eina lítla umbering.

Sosialurin hevur hildið seg langt vekk frá mínum húsum á Hellunum tíbetur. Kanska einki var har sum kemur undir óruddsnálareygað hjá blaðnum. Annars hevur eitt gamalt rekatræ ligið í fleiri ár uttanfyri, og eg veit ikki ordliga, hvat eg skal brúka tað til, og tí er tað ein óruddskandidatur. Nú liggur ein gomul elmastur hjá SEV, sum skal bera eini vindmyllu, tá íð eg einaferð um stutta tíð havi fingið byggiloyvi. Minni lutir enn hesir eru komnir undir órudd í Sosialinum seinasta árið.

Í míni heimbygd Oyndarfirði hevur óruddspatruljan eisini verið á ferð, og eg standi spyrjandi. Ein føroyskur bátur niðri á havnarlagnum, sum ein tilflytari hevur ætlanir við, verður defineraður sum órudd. Tað er kanska vantandi skorðan, og at hann liggur á liðini, sum ger bátin til óruddskandidat. Lutir kring alistøðina, sum enn eru í brúki verða prentaðir í Sosialinum sum órudd.

Í Oyndarfirði er næstan einki órudd til longur. Í so máta er bygdin óinteressant. Tit skuldu vita fyrr og serliga, tá ið eg var smádrongur. Tá var stuttligt at leita í óruddinum. Tá vóru køstar allastaðni niðri í fjøruni. Nú hevur bygdin eitt fyrimyndarliga rikið ruskpláss, og tú sært onki sløðast longur. Fjøran og áin er gullrein.

Ein maður í Oyndarfirði ætlar at gera eitt úthús. Eini hús í bygdini verða niðurtikin, hann bjargar sær stórviðinum. Er nakað forgjørt í tí? Hendan myndin eigur ikki pláss í Sosialinum, fyrr enn viðurin er rotin og ónýtiligur, og tað verður hann tíverri ikki fyrr enn um nøkur ár.

Í Elduvík hava teir avmyndað broytina hjá mínum góða vini Poul Johannus Reyná. Hon var virkin í fjør og gróv í bygdini, og akkurát nú er hon í ólagi. At hon er eitt sindur rustað er neyvan nakað lógarbrot sum ger hana seka í at hava brotið umhvørvislógina.

Nakrir sekkir av kunsttøðum ella er tað sement liggja innpakkaðir á einum platti á matrikulnummariðnum hjá eigaranum, er tað órudd og um so er, kanska Sosialurin hevur eina meira nøktandi forkláring.

Sum sagt ein frálík greinarøð, men tit mugu gera tykkum eitt sindur meira greitt, hvat er órudd og hvat eru lutir, sum ikki eru í brúki akkurát nú, men sum verða brúktir aftur.

Dekningurin av óruddi í Elduvík, á Hellunum og í Oyndarfirði fær ug, um 16 av teimum 18 myndunum í Sosialinum vóru óprentaðar.