Í dag eru 10 ár síðan flogvanlukkuna á Stord í Noregi. Vanlukkan hendi tá eitt flogfar hjá Atlantsflog, ið millumlendi á Stord, ikki hevði neyðugu bremsimegina og fór útav vøllinum tá tað ikki fekk tikið ferðina av.
Spoilararnir riggaðu ikki sum teir skuldu, hóast flogfarið stutt frammanundan hevði verið til eitt trygdareftirlit. Skaðanevndin fann ikki fram til endaligu orsøkin at teir ikki riggaðu. Teir funnu tó útav, at aquaplaning var eisini ein orsøk til at flogfarið ikki steðgaði og bremsurnar ikki virkaðu sum tær skuldu.
Fýra fólk doyðu í vanlukkuni. Tríggir normenn og ein føroysk flogterna, Guðrun Joensen, lótu lív.
Les meira í Sosialinum í dag










