Tað gongur av skriðuni hjá Sonna Ragnari Nattestad at fáa spælitíð í verjuni hjá Dundalk.
Um vit taka fimm teir seinastu dystirnar hjá Dundalk síðani landsliðssteðgin, so var tað ikki fyrrenn ígjár, at Sonni Ragnar fekk nakað av spælitíð.
Dundalk vann ígjár 1-0 á Drogheda á útivølli, og Sonni Ragnar slapp á vøllin tá 91 minuttir vóru farnir av dystinum. Undanfarnu fýra dystirnar fekk Sonni Ragnar ikki somikið sum ein minutt á vøllinum.
Tað gongur heldur einki serligt hjá liðfeløgunum hjá Sonna Ragnari, ið fáa spælitíð. Dundalk hevur bert tveir dystir eftir at spæla í bestu írsku deildini hetta kappingarárið, og teir hava heili 11 stig upp til triðja plássið, ið gevur atgongd til Europa Conference League undankappingina komandi summar.
Dundalk er eisini úti av steypakappingini, og tí kann Dundalk ikki røkka nakrari evropeiskari kapping, ið er eitt stórt niðurlag fyri eitt felag sum hevur so stoltar evropeiskar tradisjónir.
Írska landskappingin endar 19. november.