Barnaval er á býarbókasavninum í Havn í hesum døgum. Her eru nógv vallyfti, sum børnini kunnu taka støðu til. Eitt nú um happing, songartíðir og fríggjadagsbomm, og valevnini eru kend frá barnabókunum.
Í dag varð atkvøðukassin settur upp á barnabókasavninum, og tað fer at bera til at atkvøða fram til 1. september kl. 21, tá valstaðið letur aftur. Valseðil fæst á valstaðnum, og fyri at hava valrætt, skal man vera ómyndigur og yngri enn 13 ár.
Í tíðini upp til valið fara valevnini helst at seta upp valplakatir á Býarbókasavninum og nærhendis.
Hugskotið til barnavalið er komið frá Ballerup bibliotek í Danmark, har tey skrivaðu út barnaval í sambandi við fólkatingsvalið í juni. Endamálið er at kunna børnini um demokratisku tilgongdirnar á stuttligan hátt, samstundis sum ljós verður varpað á barnabókmentir.