Soleiðis tryggja vit Suðuroy ímóti avbyrging

Ynskidreymurin hjá Strandferðsluni er, at skipið, sum kemur til Føroyar at avloysa Smyril, tá ið hann fer í dokk seinni í ár, skal verða verandi

 

Fáa vit eitt ferðamannaskip, sum eisini kann vera í regluligari sigling upp á Skotland, hevði tað eisini verið ein stór trygd hjá Suðuroyingum. Tað sigur Hilmar Eliasen stjóri á Strandferðsluni.

 

Sum vit skrivaðu fyrr í dag, hava borgarstjórarnir í Suðuroy heitt á landsstýrið um at skipa fyri, at vit aftur fáa regluliga ferðafólkasigling ímillum Suðuroynna og Skotlands.

 

 

Les eisini her: Vilja hava regluligt ferðasamband ímillum Suðuroy og Skotland

 

Og tað er ein tanki, sum als ikki er fjarður fyri tey á Strandferðsluni. Stjórinstaðfestir nevniliga, at sum støðan er nú, er vandi fyri, at suðuroyingar brádliga liggja púra avbyrgdir frá meginøkinum, uttan nakað ferðasamband yvirhøvur.

 

Orsøkin til tann vandan er, at verður tað neyðugt at taka Smyril úr sigling av onkrari orsøk, hevur Strandferðslan einki skip yvirhøvur at seta í rutu ímillum Suðuroynna og Meginøkið. Samtundis vísir stjórin í Strandferðsluni á, at um seks ár rundar Smyril tey 20 árini og tá ið eitt skip er so gamalt, eigur tað ikki at koma óvart á nakran, at tær fær nøkur brek, sum gera, at tað er neyðugt at taka tað úr sigling í eina tíð.

 

Hann sigur, at vandin er serliga stórur við einum skipi sum Smyrli, tí hann er sera hart koyrdur við tað, at hann siglur hvønn einasta dag í árinum. Og sostatt er tað ein risa avjóðing at halda skipið, tí møguleikarnir at gera ábøtur, eru so ómetaliga avmarkaðir, og aftur tað økir um vandan fyri brekum.

 

Hilmar Eliasen sigur, at hendir tað at Smyril má takast úr sigling, fer Suðuroy at liggja púra avbyrgd frá meginøkinum til hann fæst aftur í sigling. Hann sigur, at einasti møguleiki at tryggja suðuroyingar ímóti at tað hendur, er at Strandferðslan fer eitt skip afturat, sum altíð er til taks at seta í sigling ímillum Suðuroy og Havnina.

 

Hann heldur, at tað verður ov dýrt at hava eitt skip liggjandi bara til tað, men fyri at fáa nakrar inntøkur burtur úr tí, er tað ein sjálvsagdur møguleiki, at tað eisini verður sett í sigling upp á Skotlands. Har er eingin sigling í løtuni, so talan verður ikki um at fara í beinleiðis kapping við nakran.

 

Hann vísir eisini á, at hetta hevði givið føroyskum vinnulívi, eitt nú fiskavirkjum, heilt aðrar møguleikar fyri útflutningi. Tað er ikki nevnivert longri at koyra úr Scrabster í Skotlandi til París, enn tað er at koyra úr Hirtshals til Paris. Men tað er eitt heilt samdøgur styttri at sigla til Scrabster enn tað er at sigla til Hirtshals og tað er ein stórur fyrimunur.

 

Hann sigur, at høvuðsendamálið við einum slíkum skipi, hevði kortini verið, at tað altíð skuldi verið til taks, skuldi tað verið neyðugt at tikið Smyril úr sigling, umframt at Strandferðslan altíð hevði trygd fyri at havt eitt avloysaraskip tøkt, tá ið Smyril skal í dokk.

 

Hann vísir eisini á, at summar túrar er Smyril á markinum til at vera ov lítil og tískil er tað, longu sum er neyðugt at geva farmi framíhjárætt einstakar túrar, og ferðafólki og bilum, framíhjárætt aðrar túrar. Eisini í slíkum førum hevði tað verið ein stórur fyrimur at havt eitt skip, sum kundi siglt einstakar túrar ímillum Suðuroynna og Havnina.

 

Smyril skal í dokk seinni í ár, og Strandferðslan hevur gjørt avtalu um at leiga Galaxy til avloysaraskip. Men sama reiðarí eigur eitt skip, Prince, sum er størri enn Galaxy og nú verður kannað um tað kann fáa loyvi at sigla við ferðafólki ímillum Suðuroy og Havnina. Fær tað skipið loyvið, kann Strandferðslan fáa tað at avloysa Smyril.

 

– Ynskidreymurin hjá okkum er, at tað skipið ikki fer av stað aftur, men verður verandi í Føroyum, og verður  fast avloysaraskip fyri Smyril, samstundis sum tað kann fáa inntøkur við at sigla upp á Skotland, sigur Hilmar Eliasen.