Tað er nú greitt, at nýggi leikvøllurin, sum verður gjørdur í Klaksvík, skal eita Leikvøllurin á Másheyggi.
Talan er um eina rennibreyt við fótbóltsvølli í miðjuni, har møguleiki verður at íðka fleiri sløg av frælsum ítrótti, bæði renning, forðarenning, trýstøkk, longdarlop, hæddarlop, stonglop og kúluvarp.
Og harumframt gevur vøllurin í miðjuni fótbóltinum munandi betri venjingarumstøður.
Vøllurin kostar 36 milliónir og verður liðugur næsta ár. Men spurningurin hevur verið, hvussu vøllurin skal eita.
Hann hevur verið kallaður Leikvøllurin á Másheyggi eftir staðarnavninum har hann er, mitt í Klaksvík, beint við Tekniska skúla, Svimjihøllina og verandi fótbóltsvøll.
Men nú hevur ein vegur beint við fingið navnið Við Másheyg og tí hava tey umhugsað at finna eitt nýtt navn til vøllin.
Og á fundi í gjørkvøldið umrøddi býráðið eitt uppskot um at kalla hann Kjølbreyt, sum er sprottið úr orðinum rennibreyt og undir Kjølinum, sum er staðarnavn.
Steinbjørn O. Jacobsen heldur, at vøllurin skuldi fáa eitt »gigantiskt«, altjóða navn, men tað fekk hann ikki undirtøku fyri.
Gunnvá við Keldu helt, at Kjøbreyt er eitt mergjað navn, sum fellur lætt at siga, og tað hildu aðrir býráðslimir eisini.
Hinvegin vísti Eli Zachariasen á, at kjølbreyt er tað sama sum kjørbreyt, ið merkir krossvegur og tí helt hann ikki at navnið er væl valt.
Men endaliga niðurstøðan var so, at býráðið samtykti, at vøllurin skal varðveita navnið, leikvøllurin á Másheyggi - og soleiðis fer hann at eita.












