Soleiðis gingu havnarfólk ílatin fyrr í tíðini

Fríggjakvøldið verður mótasýning fyri at vísa hvussu hvussu fólk gingu ílatin fyrr í tíðini

 

 

Fríggjakdagin er mentanarnátt, og eitt av nógvum tiltøkum hendan dagin, verður ein mótasýning við klæðum sum vísir, hvussu havnarfólk gingu ílatin fyrr í tíðini.

Talan er um at vísa, hvussu fólk gingu ílatin frá umleið 1920 til í sjeytiárunum. 

 

##med2##

 

Umframt at vísa føroyska mótasøgu í eina hálva øld, vísir sýningin eisini altjóða rákið, samfelagsmenningina og livikorini í Havn í hesum tíðarskeiði.  

Mótasýninginer í Müllers Pakkhúsi og tað er Ria Tórgarð, sum fer at siga frá, og umleið 40 fólk í øllum aldrum fara at sýna klæðir fram frá ymsu tíðarskeiðunum.

Myndirnar hevur: Rósa Tovudóttir tikið.