Solbakken til FCK

Høvuðsstaðarfelagið heldur á fram við at styrkja sær um hópin, og fríggjadagin varð triðja keypið í 14 dagar veruleiki.

Hóast FCK ikki higartil hevur livað upp til heitið sum ein av heitastu biðlunum til DM-gullið, so er hetta so avgjørt ikki orsakað av, at leiðslan ikki roynir at gera nakað munagott.

_Seinastu tvær vikurnar hevur felagið styrkt seg við málverja, verjuleikara og áleypara, og fríggjadagin kom so ein nýggjur miðvallari til felagið.


Besti í Danmark

Talan er um norska landsliðsleikaran, Staale Solbakken, sum av mongum verður roknaður sum besti miðvallarleikari í Danmark.

Hann hevur tey bæði seinastu árini leikt við AaB, har hann varð danskur meistari í 1999, men í ár hevur hann fleiri ferð tosað um at sleppa úr felagnum.

Umframt at hava leikt við AaB, hevur Staale eisini roynt seg í esnkum fótbólti, har hann eitt skifti var á miðvøllinum hjá Wimbledon.

Í 1999 varð hann kosin besti leikari í Donsku kappingini, og eisini í fjør varð hann mettir millum teir bestu.

Seinast vit frættu, á miðdegi fríggjadagin, væntaði bert ein kanning av heilsustøðuni hjá norska miðvallaranum. Við fyrivarni fyri úrslitinum av hesi, verður tí roknað við, at FCK hevur norskt stál á miðvøllinum, tá teir sunnudagin fara í holt við stórdystin móti Brøndby. Ein dystur sum hesu ferð hevur størri týdning enn nakran tið fyri Toda & Co.