Fyrst slitnaðu samráðingarnar millum strandarlondini um makrelbýtið fyri 2014, og í dag máttu Noreg og ES sanna, at tey kundu heldur ikki semjast um eina sínámillum avtalu.
Danska Fiskeritidende skrivar, at partarnir vóru samdir í gjárkvøldið um fiskiskapin hjá hvør øðrum í Norðsjónum og Skagerrak í ár, men at í nátt boðaðu norsku umboðini frá, at tey kundu ikki skriva undir eina semju við ES, fyrr enn semja er fingin um makrelbýtið.
Samráðingarnar hildu kortini fram fyrrapartin í dag, men norðmenn sýttu framvegis fyri at skriva undir, fyrr enn semja er fingin um makrelbýtið. Partarnir gjørdu so av at fara hvør til sítt.
Sum skilst hava partarnir ikki avtalað nýggjan fund.










