Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu leingi tað er at sleppa í viðger hjá teimum ymsu serlæknunum í føroyska sjúkrahúsverkinum.
Tað vísir ein greining, Sjúkrahúsini hava gjørt fyri Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum.
Jenis av Rana, løgtingslimur fyri Miðflokkin, hevur spurt hana, hvussu langar bíðitíðirnar eru til at sleppa í viðger á ymsum økjum.
Sirið Stenberg sigur, at ógreiðan um bíðitíðirnar fyri at sleppa til eygnalækna, er somikið stór, at tey ikki verða tikin við í hesum umfari.
Men hon leggur dent á, at eitt eru vanligu bíðitíðirnar til tær ymsu viðgerðirnar. Men verður mett at talan er um álvarsliga sjúku, sum hevur bráðneyðuga viðger fyri neyðini, verða kanningar og viðgerðir sett í verk beinanvegin framd beinanvegin.
Tølini í uppgerðunum eru fyri i fjør, men á nógvum økjum eru ikki tær stóru broytingarnar hendar.
Ortopedi
Á ortopediska økinum bíða 27 prosent av sjúklingunum styttri enn ein mánað, frá tí at sjúklingurin fekk ávísing frá kommunulækna, til sjúklingurin kom á sjúkrahúsið.
Hinvegin bíða 17 prosent av sjúklingunum ímillum 31 og 60 dagar, 10 prosent bíða ímillum 61 og 90 dagar, 24 prosent bíða ímillum 91 og 180 dagar, og hjá 21 prosentum av sjúklingunum var bíðitíðin longri enn 180 dagar.
Gikt
Á giktøkinum, ella reumatologiska økinum bíða 25 prosent av sjúklingunum upp til tríggjar mánaðir, 25 prosent bíða ímillum tríggjar og seks mánaðir, men helvtin av sjúklingunum bíða longri enn seks mánaðir, frá tí tey vórðu ávíst, til tey komu á sjúkrahúsið.
Vanliga er talan um viðtalu á Reumatologiska ambulatoriinum. Eftir at ein giktalækni hevði virkað í longri tíð á Landssjúkrahúsinum, varð ein settur afturat við ársenda í 2017, soleiðis at tað í dag eru tveir giktalæknar.
Hvørki landsstýriskvinnan ella Landssjúkrahúsið halda, at støðan er nøktandi, og tí verða hesi viðurskifti kannað fyri at vita hvat skal gerast fyri at stytta um bíðitíðirnar, sigur Sirið Stenberg
Psykiatriska økið
Á psykiatriska økinum bíða 53 prosent av súklingunum ímillum 0 og 30 dagar og 24 prosent millum 31 og 60 dagar. Sostatt var bíðitíðin hjá 77 prosentum av sjúklingunum styttri enn tveir mánaðir.
Hjá 12 prosentum var bíðitíðin ímillum 61 og 90 dagar , men 11 prosent av sjúklingunum bíða longri enn 180 dagar frá tí tey fingu ávísing frá læknanum, til tey koma á sjúkrahúsið.
Maga/tarm-økið
Tá ið tað kemur til maga og tarm-økið, eru bíðitíðirnar soleiðis, at góð helvtin av sjúklingunum bíða styttri enn 60 dagar og hin helvtin bíða longri enn 60 dagar. Kortini bíða 25 prosent av sjúklingunum longdi enn 91 dagar.
Urologiska økið
Á urologiska økinum vóru bíðitíðirnar soleiðis, at 36 prosent bíða ímillum 0 og 30 dagar, 29 prosent av sjúklingunum bíðaðu ímillum 31 og 60 dagar og 13 prosent bíða ímillum 61 og 90 dagar. Á urologiska økinum vísa tølini, at 18 prosent av sjúklingunum bíða ímillum tríggjar og seks mánaðir og fýra prosent bíða longri enn 180 dagar.
Gynækologiska økið
Á gynækologiska økinum bíða góð helvtin av sjúklingunum styttri enn ein mánað, onnur 20 prosent bíða ímillum ein og tríggjar mánaðir, fýra prosent bíða ímillum tríggjar og seks mánaðir, men 25 prosent av sjúklingunum bíða í 180 dagar ella longri.
– Viðmerkjast skal, at í løtuni hevur Landssjúkrahúsið sera ilt við at manna serlæknastørvini í kvinnusjúkum sigur Sirið Stenberg.
Neurologiska økið
Á hesum økinum bíða 10 prosent styttri enn 30 dagar, 11 prosent bíða ímillum 31 og 60 dagar og 13 prosent bíða ímillum 61 og 90 dagar. Annars bíða 26 prosent ímillum tríggjar og seks mánaðir, og 39 prosent bíða longri enn seks mánaðir.
Sirið Stenberg sigur annars, at í 2015 var bíðitíðin at sleppa til neurolog, 18-24 mánaðir, ella upp í tvey ár, men at síðani er hon komin niður á tíggju mánaðir.
Annars nevnir hon, at í løtuni arbeiðir ein bólkur við, hvussu ein skipan við viðgerðartrygd kann setast í verk í føroyska sjúkrahúsverkinum og í næstum fær hon eitt tilmæli um hetta.
Eisini hevur tað verið arbeitt við at skipa eina felags bíðilistar fyri øll trý sjúkrahúsini, so at øll sjúkrahúsini verða undir einum. Tað er eitt arbeiðið, stórur dentur verður lagdur á og tað merkir, at sjúklingar verða vístur á tað sjúkrahúsið við teirri neyðugu serfrøðini og har bíðitíðin er stytst.