Menninir hjá ÍF byrjaðu kappingarárið við at vinna ein fimmsettara á útivølli í Sørvági tann 2. oktober. Men líka til í gjár, hevði ÍF síðani tann dystin bara verið á vøllinum eina ferð, sum var á útivølli í Klaksvík, har einki fekst burturúr.
Fríggjakvøldið skuldu ÍF-menninir spælt heimadyst ímóti TB, men hann varð avlýstur, so ikki fyrr enn í gjár var so endiliga aftur ein landskappingardystur á skránni hjá ÍF. So skal eisini sigast, at fuglfirðingar vístu styrki, tí við einum 3-0 sigri fingu teir sett eitt av avbjóðandi liðunum upp á pláss.
ÍF tók á Kambsdali ímóti Mjølni, og hesa ferð gekk betur enn fyri góðum mánaði síðani, tá ÍF tapti 3-1 í Klaksvík. Fyrsta settið gjørdist størsta styrkiroyndin í dystinum, men hóast farast mátti upp um 25 at fáa settið avgjørt, hevði ÍF munin. Munurin var ikki stórur, men ÍF tók eisini tey bæði seinnu settini og vann 3-0.
Í Sørvági hevði oddaliðið SÍ vitjan av TB, og her var tað bara í fyrsta setti, at gestirnir spruttaðu eitt sindur, tí í øðrum og triðja setti fekk unga TB-manningin avsmurning frá SÍ, sum framvegis er greitt á odda. Tó hava sørvingar spælt dupult so nógvar dystir sum fuglfirðingar, sum nú – eitt sindur seinkaðir – skulu royna at vinna seg inn í kappingina.
Sum nevnt, varð heimadysturin hjá ÍF ímóti TB avlýstur fríggjakvøldið, og harumframt hevur ÍF eisini fyrr fingið ein heimadyst ímóti Fleyr avlýstan, so bara har eru tveir dystir, ið hanga eftir. Hóskvøldið klokkan 20 skal ÍF á útivøll at spæla ímóti Fleyr, sum heldur ikki hevur spælt meira enn tríggjar dystir enn.