So er jólaaftan komin

Tað er einki at taka seg aftur í, at tá jólagásin er etin, byrja og fyri so vítt enda eisini jólini hjá børnunum.

Tað er einki at taka seg aftur í, at tá jólagásin er etin, byrja og fyri so vítt enda eisini jólini hjá børnunum.

 

Tá gávurnar verða pakkaðar upp, eru jólini hjá børnunum veruliga fyri. Hendan undurfulla løtan, meðan tey smáu børnini pakka sínar jólagávur upp, og eyguni í teimum, meðan tey gera tað.

 

Tað eru verulig jól.

 

Jólaaftan man hjá teimum flestu vera stundin, tá familjurnar finna saman og hugna sær langt út á kvøldið. Hugna sær saman við spølum og øðrum, sum fáa tey at vera sum eitt. Løtan, ið merkir alt fyri fólk.

 

Men fram um alt er hetta løtan, tá børnini hugna sær.