Snarfundur um Sýrialand

Uttanríkisráðharrarnir í USA og Russlandi, Hillary Clinton og Sergej Lavrov, hava havt fund um støðuna í Sýrialandi og eitt uppskot um, at ST-trygdarráðið skal krevja stýrið hjá Bashar al-Assad, forseta frá. Fundurin var í Týsklandi, har tey bæði eru á einari trygdarráðstevnu.

Ein amerikanskur embætismaður sigur, at orðaskiftið millum tey bæði var lívligt, men hann vil ikki siga, hvat kom burturúr. Sum skilst helt Hillary Clinton fast um, at trygdarráðið skal atkvøða um uppskotið í dag, sama um Russland er fyri ella ímóti.

Russiskar tíðindastovur skriva, at Sergej Lavrov og russiski fregnartænastuovastin, Mikhail Fradkov, fara til Damaskus týsdagin at tosa við al-Assad.

Russland og Sýrialand hava samstarvað í mong ár og á ymsum økjum. Eitt nú keypir Sýrialand vápn úr Russlandi, sum hevur eina herflotastøð í Sýrialandi.