Tað, sum hendir við tær donsku strendurnar í hesum døgum, fær ivaleyst onkran at hugsa um Alien-filmarnar. Og tað, sum hendir, er bæði óhugnaligt og álvarssamt. Tí sambært vísindafólkum er tann óhugnaligi snúltarin komin inn í umleið helmingin av teimum donsku fjørukrabbunum, har hann stutt sagt tekur ræðið og ger av, hvussu teir bera seg at, og hvørjar eginleikar teir hava.
Danskar kanningar hava avdúkað, at snúltarin geldir kallkrabbarnar og fær teir til at bera seg at sum kvennkrabbar.
Skifta kyn
Kim Mouritsen, sum er havlívfrøðingur og arbeiðir á lærda háskúlanum í Århus, hevur saman við nøkrum starvsbrøðrum kannað snúltaran, og hvussu hann ber seg at.
-Tann lítla honlarvan fer til fjørukrabban, finnur sær eitt bleytt stað á krabbanum og pumpar síðani sína kropsvætu inn í hann. Eftir einum ári hevur hon breitt seg um allan krabban, sigur Kim Mouritzen við danska kringvarpið.
Hann sigur, at snúltarin geldir kallkrabban, ger eitt hol undir halan á honum og leggur sín egna eggposa inn í krabban.
Fyri snúltaran er tað líka mikið, um vertur hansara er ein kallkrabbi ella ein kvennkrabbi, og eftir stuttari tíð er tað eisini líka mikið fyri krabban, tí tá er hann kvennkrabbi, sama hvat hann var frammanundan.
Úrslitið av kanningunum hjá Kim Mouritzen og starvsbrøðrum hansara er almannakunngjørt í tí vísindaliga tíðarritinum Marine Biology, og har verður staðfest, at aftan á ta heldur óhepnu "vitjanina" gerst kallkrabbin nógv meiri líkur kvennkrabba, enn vísindin hevur hildið.
-Kallkrabbarnir bera seg at sum kvennkrabbar, og í summum førum gerast teir meiri kventrasligir enn kvennkrabbarnir. Eitt nú missa teir hugin at leypa á aðrar krabbar og at berjast, og ofta flýggja teir undan bardaga og geva seg undir hinar, sigur Kim Mouritzen.
Missa kynsliga hugin
Ein vanligur kallkrabbi vinnur vanliga tveir av hvørjum trimum bardøgum við kvennkrabbar ella kallkrabbar, sum hava fingið snúltaran í seg. Men ein kallkrabbi, sum hevur verið fyri snúltaraálopi, tapir tveir av hvørjum trimum bardøgum við ein vanligan kvennkrabba.
Tær donsku kanningarnar vísa eisini, at kvennkrabbar, sum hava fingið snúltaran í seg, missa hugin til tað kynsliga, og at tær brúka tað mesta av orkuni til at eta og á tann hátt at halda lív í snúltaranum.
-Snúltarin doyr, tá hansara egg eru búgvin og troðin. Men enn vita vit ikki, um krabbin, sum hevur hýst snúltaranum, doyr, ella um nakrir teirra kanska gerast frískir og kanska enntá skifta kyn aftur, sigur Kim Mouritzen við DR.