Smyril suverenur í heimasjógvi

Hvessingur helt tørn í fitta løtu, áðrenn tað glapp hjá vágbingum í endaspurtinum

Tað var upp til menninar umborð á 6-mannafarinum Smyrli at syrgja fyri, at mannfólkini í Suðuroy vunnu nakran sigur á jóansøku, og harvið livdu upp til tað, sum genturnar umborð á Firvaldi syrgdu fyri tíðliga seinnapartin.

Hvessingur úr Hvalvík og Streymnesi sprakk avstað og var eina løtu fremstur. Í miðrórðinum lógu hesir báðir og togaðust borð um borð. Okkurt takið var Hvessingur undan og okkurt annað takið var Smyril undan.

Í endaspurtinum var einki at rafla um. Tá ið tað restaðu hundrað metrar, vísti tað seg at líða væl betri eftir hjá teimum í heimasjógvi, og tá ið teir fóru um málið var Smyril eina bátslongd undan Hvessingi.

 

Í kappingini um triðja plássi var Fortuna nógv fremst.

 

Hetta var fjórði sigurin hjá vágbingum, sum harvið liggja sera væl fyri í FM kappingini.

 

1 Smyril 05.01.11

2 Hvessingur 05.03.13

3 Fortuna 05.13.23

4 Gongurólvur 05.20.19

5 Strálan 05.30.13

 

Støðan

1 Smyril 28

2 Hvessingur 24

3 Fortuna 17

4 Gongurólvur 15

5 Páll Fangi 10

6 Strálan 3