Smyril loysir helst klokkan 14

Tað hevur verið so vánaligt veður í morgun, at Smyril og Teistin hava ikki siglt.

Eisini hevur nógvi vindurin havt við sær, at bussarnir hjá Bygdaleiðum í Suðuroy ikki hava koyrt.

Ringa veðrið hevur serliga rakt syðra part av landinum.

Jens Petur Brattalíð á Strandfaraskipum Landsins sigur, at Smyril ætlandi loysir á Krambatanga nú klokkan 14 og siglir av aftur Havnini í kvøld klokkan 18.30.

- Hvussu verður við Teistanum í dag, vita vit ikki í løtuni, tí rættiligur uppgangur er í Skopun.

Jens Petur Brattalíð sigur, at nærri verður at frætta um Teistan, sum dagurin gongur.