- Tað gleðir okkum at kunna boða frá, at Smyril fer at sigla sum vanligt í heyst, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandfaraskipum Landsins.

Smyril fer at sigla sum vanligt í heyst

- Strandferðslan útsetir at skifta hjálpimotorar á Smyrli til komandi ár, sigur stjórin, Niels Juel Arge.

 

- Tað gleðir okkum at kunna boða frá, at Smyril fer at sigla sum vanligt í heyst, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandfaraskipum Landsins.

Eftir at tríggir av fýra hjálpimotorum umborð á Smyrli eru høvuðsumvældir, er støðan nú tann, at tað ber til at útseta ísetingina av teimum báðum nýggju hjálpimotorunum til komandi ár. 

 

Tað siga Strandfaraskip Landsins í tíðindaskrivi í morgun.

 

- Tað gleðir okkum tí at kunna boða frá, at Smyril fer at sigla sum vanligt í heyst, sigur Niels Juel Arge, stjóri.

 

Fyri einum ári síðan varð mett, at tað kundi gerast neyðugt við tveimum nýggjum hjálpimotorum til Smyril skjótast gjørligt.

 

Framleiðslu- og veitingartíðin er umleið eitt ár, og tí bílegði Strandferðslan tá tveir nýggjar motorar frá finsku verksmiðjuni, Wärtsilä.

Nýggju hjálpimotorarnir koma til landið fyrsta dagin og verða settir á goymslu, til teir eftir ætlan komandi ár verða tiknir fram aftur at seta í Smyril. 

 

Smyril hevur tilsamans fýra hjálpimotorar, eisini nevndir ljósmotorar, sum framleiða ravmagn til ymiska orkunýtslu umborð á skipinum og til bógvskrúvurnar har frammi í skipinum.

 


 

 

- Tað gleðir okkum at kunna boða frá, at Smyril fer at sigla sum vanligt í heyst, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandfaraskipum Landsins.