Ein týsk kvinna, sum smuglaði flótandi amfetamin til Íslands við Norrønu seinasta summar, fekk í dag átta ára fongsul.
Málið ímóti teirri 41 ára gomlu Elenu Neuman var í íslendska Hægstarætti í dag, og rætturin gjørdi av at staðfesta dómin, sum hon fekk í býarrættinum í Reykjavík í vetur.
Elena Neuman kom við Norrønu til Seydisfjarðar í juni í fjør, og har komu tollararnir fram á 20 litrar av amfetaminløði í bensintanganum á bili hennara. Hildið verður, at tað ber til at gera 264 kilo av amfetamini burtur úr løðinum.
Ein 32 ára gomul týsk kvinna, sum ferðaðist saman við Elenu Neuman, bleiv eisini ákærd, men varð fríkend í býarrættinum, og ákæruvaldið góðtók tann dómin.