SMS: H71 økti um frástøðuna í oddinum

H71 hevur innanfyri tríggjar dagar vunnið tveir sigrar á EB, ið stóð seg heiðurliga í báðum dystunum

Bæði í kvøld og týskvøldið hava H71 og EB leikt dystir móti hvørjum øðrum í SMS-deildini. H71 vann báðar dystirnar, men staðfestast skal, at EB stóð seg heiðurliga í báðum dystunum. 

 

Týskvøldið vann H71 á útivølli uttan sínar landsliðsspælarar 28-24 á EB. H71 var á odda 18-9 í steðginum, men EB fótaði sær í seinna hálvleiki sum tær vunnu 15-10.

 

Í kvøld var H71 aftur uttan sínar landsliðsleikarar, tá tær tóku móti EB í Hoyvíkshøllini. Í kvøld vann H71 34-28. Í steðginum var H71 á odda 19-14.

 

H71 er átta stig frammanfyri Kyndil í oddinum, og tað er lítil ivi um, at tær vinna grundspælið. H71 hevur 29 stig fyri 15 dystir, Kyndil hevur 21 stig fyri 14 dystir. Stjørnan og Neistin hava 20 stig. Hesi fýra liðini hava vunnið seg í FM-endaspælið.

 

StÍF hevur 12 stig, VB hevur fýra stig og EB hevur tvey stig. 

 

H71-EB 34-28 (19-14) - Her sæst dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med2##