Í framsøgurøðu síni til fíggjarlógaruppskotið nam Lisbeth L. Petersen við yvirskotið, roknað er fram til. Hon segði, at uppskotið vísir eitt avlop eftir rakstrar-, løgu- og rentútreiðslur á 449 milliónir krónur. Men samstundis vísti hon á, at í veruleikanum er bert talan um eitt avlop á 321,3 milliónir.
Hetta tal kemur hon fram til, við at draga afturgjalding av láni til statin, ið er 127,77 milliónir, frá avlopinum á 449 milliónir.
Heildarveitingin
Lisbeth L. Petersen vísti á, at í fíggjarlógaruppskotinum er ikki samsvar millum tvey yvirlit, ið vísa úrslit av Landskassans vanliga rakstri og nýtslu av heildarveitingini.
Tingkvinnan vísir á, at á síðu II er ríkisstuðulin í hesum fullveldistíðum hækkaður frá frá 944,3 milliónum til 969 milliónir.
Í yvirlirinum á síðu III í brotinum, sum kallast »Rakstur uttan rentur og heildarveiting« standa 363 milliónir krónur, meðan tað undir heitinum »Nýtsla av heildarveiting« er sett eitt tal, sum er 958 milliónir.
Hetta heldur sambandstingkvinnan vera løgi, og setir hon fíggjarmálaráðharranum spurningin, hví ein munur á 11 milliónir í heildarveitingini er í yvirlitinum á síðu II og á yvirlitinum á síðu III.
Lisbeth L. Petersen vísir á, at tað í almennu viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið stendur, at danska heildarveitingin verður 958 milliónir í 2000. Heildarveitingin er ikki oyramerkt til ávís endamál, og er tí, sum onnur inntøka hjá landskassanum, ið poltisku myndugleikarnir ráða yvir. Hinvegin kunnu vit siga, at umleið ein triðjingur bert kemur í landskassan at venda, við tað, at rentur og avdráttir til ríkiskassan eru 320 milliónir.
Framsøgukvinna Sambandsfloksins sigur í hesum sambandi, at ein króna í vinstra lumma er og verður ein króna. Eitt lán, antin tað so var í Japan, tað í síni tíð varð lænt og nú verður afturgoldið til ein annan, ið nú hevur yvirtikið tað, er og verður eitt lán, og skal tað gjaldast aftur. Hetta heldur hon einki hevur við heildarveitingina at gera.
Eingin bati
? At heildarveitingin ikki er oyramerkt longur, hevur ikki víst seg at vera ein bati fyri føroyska samfelagið. Tí fyrr bar til at regulera veitingina eftir tørvi, og so kundi betur síggjast aftur, hvat føroyska samfelagið kostar at reka, og hvussu peningurin varð brúktur. Høvdu vit hina skipanina, vóru ikki tær gitingar og ósemjur, sum nú valda, og so kundu vit tikið støðu út frá veruligum tølum og valt.
Lisbeth L. Petersen vísir á, at heildarveitingin er roknað út eftir útreiðslum av teim málum, sum enn ikki eru yvirtikin. Og heldur hon, at var peningurin í refusiónsskipanini ikki komin í eina heildarveiting, vóru hesi øki ikki fyri skerdan lut, sum tey eru í dag. Tí tá varð peningur ikki brúktur til annað. Hetta, heldur hon, ikki minst hevði verið til gagns fyri heilsuverkið.
Løgtingshúsið
Framsøgukvinna Sambandsfloksins kom eisini inn á játtanina til nýtt løgtingshús. Hon gjørdi greitt, at Sambandsflokkurin ikki fer at játta pening til hetta endamál.
Tó er Sambandsflokkurin samdur í, at okkurt má gerast, millum annað í sambandi við umbygging av bygninginum hjá Føroya Tele. Men nær og hvussu hetta verður, ætla fíggjarnevndarumboð floksins sær at taka støðu til í samráð við flokkin, tá fíggjarlógaruppskotið verður viðgjørt í fíggjarnevndini, og har væntar Lisbeth L. Petersen, at viðgerðin fer at taka drúgva tíð.
Barnsburðargrunnur
Lisbeth L. Petersen nam við játtanina til Barnsburðargrunnin. Hon vísti á, at Sambandsflokkurin als ikki fer at góðtaka, at grunnurin skal fíggjast við pengum frá ALS skipanini. Flokkurin er sannførdur um, at ALS skipanin eigur at fáa frið, so hon kann koma í eina trygga legu, upparbeiða stovnsfæ og gjalda sína skuld aftur.
Barnsburðargrunnurin kemur at verða ein nettoútreiðsla á 8,9 milliónir krónur, og er endamálið við grunninum at forða fyri, at summir stovnar verða raktir serliga hart, tá kvinna fer í barnsburðarfarloyvi.
Lisbeth L. Petersen vísti í hesum sambandi á, at grunnurin er eitt aktuelt mál, ið má hava eitt framtíðarendamál, ið er at fevna um alla vinnuna, eisini privata arbeiðsmarknaðin.
Avlagandi studningur
Fiskivinnumál vóru eisini á skránni í framsøgurøðu sambandskvinnunar. Hon vísti á, at aftur í ár verða settar 40 milliónir av til eina sokallaða »Nýggja lóggávu«, og verður í hesum sambandi nevnt nýtt lógaruppskot til endurnýggjan av fiskiflotanum.
Viðmerkingarnar hjá Sambandsflokkinum til hetta vóru tær somu, sum í fjør.
? Í sakliga orðaskiftinum seinastu árini eru tey flestu á einum máli um, at almennu studningsskipanirnar virka avlagandi upp á vinnulívið. Somuleiðis er eisini semja um, at avtøka av studningsveitingunum hevur havt positiva ávirkan. Hon virkar stimbrandi og fremur eitt sunnari vinnulív.
Flaggstong í New York
Tingkvinna Sambandsfloksins kom eisini inn á, at almanna- og heilsukervið og undirvísingarverkið ikki kunnu ofrast fyri eina flaggstong í New York. Eisini tosaði hon um samferðslu, Landsverkfrøðingsstovnin, lágu pensjónirnar og annað, sum alt orðaskiftið um fíggjarlógaruppskotið hevur verið merkt av. Harafturat helt hon tað verða løgi, at viðgerðarstovnar móti rúsevnismisnýtslu verða prioriteraðir framm um kreppumiðstøðirnar, ið viðgera ofrini fyri slíkum.
Lisbeth L. Petersen kom at enda inn á, at væntast kann, at neyðugt fer at verða við eyðkajáttanum til hesa fíggjarlógina, eins og undanfarnu, og heldur hon, at hetta ger, at óvissan valdar í hesum fullveldistíðum.