Smáu tjóðirnar verða framvegis í hitanum

Fótbóltur: Og tað er møguleiki fyri, at dupult umførini í undankappingunum verða broytt, soleiðis at tað fyrst verður spælt mikudag og so sunnudag

Í síðstu viku var nógv gjørt burturúr niðri í Sveits, har europeiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevur bústað.

Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, hevur bústað í Genevé í Sveits, meðan europeiska samgongan hevur hildið til í Nyon, sum er ein hálvan tíma í bili frá Genevé. Hetta hevur ofta verið tulkað soleiðis, at UEFA vil ikki búgva í skugganum av FIFA, og tað kann væl vera, at tað hevur verið nakað um tosið, tí tað hevur ikki altíð verið, at UEFA og FIFA hava drigið eina línu. Millum annað varð hetta undirstrikað, tá Lennart Johansson, formaðurin í UEFA, royndi at gerast formaður í FIFA, men tað miseydnaðist, tí leiðslan í FIFA gjørdi av at stilla táverandi aðalskrivaran, Joesph Blatter, upp til sessin. Hesin varð valdur, og tað var avgjørt ikki eftir høvdinum á teimum í UEFA.


Nýggjan bústað

UEFA hevur hildið til í leigaðum hølum, og tey hava ikki verið á hædd við tað, sum tað kann roknast við av hølunum hjá einari fyritøku, ið hevur sera stórar inntøkur, og sum hevur ein peningakassa, sum ógvuliga stórar upphæddir renna inn og út úr.

Í síðstu viku kom UEFA ? í hvussu so er hvat bústaði viðvíkur ? út úr skugganum á teimum í FIFA, og tað gekk ikki heilt stillisliga fyri seg. Allir bossarnir og allir aðalskrivararnir í europeisku fótbóltssambondunum vóru saman við einari røð av øðrum gestum bjóðaðir til vígsluna av nýggja húsinum.

Fyri Føroyar vóru Torleif Sigurðsson og Ísak Mikladal í Sveits, har teir høvdu høvi at heilsa uppá allar teir og øll tey, sum hóast stórt trýst frá europeisku stórfeløgunum sita vit avgerandi orðinum, tá avgerðir verða tiknar.

Hesa ferð var ikki lagt upp til, at stórar avgerðir skuldu takast, men tá tey, ið hava avgerðarrættin, eru saman, so fáast sjálvsagt ábendingar um, hvat innan alt ov rúma framtíð kann roknast við av broytingum.


Ein familja

Kongressin fyri formenninar og aðalskrivararnar var á skránni hósdagin. Eitt av málunum, sum hevur havt og framvegis hevur stóran føroyskan áhuga, og sum tað hevur verið og verður nógv tosað um í Europa, millum leiðslurnar í feløgunum, í fótbóltssambondunum og í pressuni, er, hvussu tað skal vera við EM undankappingunum í framtíðini.

Sjónarmiðini fevna frá teimum, sum halda, at tað skal haldast fram, soleiðis sum tað er nú, og til teirra, sum halda, at smáu tjóðirnar skulu tveitast burturúr kappingunum. Og so eru tað tey, sum halda, at smáu tjóðirnar skulu spæla í undankappingum til undankappingarnar. Hetta sjónarmiðið hevur t.d. skotski landsliðsvenjarin, Craig Brow, ofta givið til kennar, og hann endurtók hetta á tíðindafundinum, eftir at Føroyar og Skotland høvdu spælt 2?2 á Svangaskarði.

Men sambært tí, sum kom fram í Nyon hósdagin, so bendir einki á, at broytingar fara at verða gjørdar hesum viðvíkjandi:

? Egedius Brown, týski næstformaðurin í UEFA, taldist millum teirra, sum undirstrikaði ógvuliga nógv, at europeiskur fótbóltur hoyrir til eina familju, og at familjan skal halda saman, eisini tá tað snýr seg um EM undankappingarnar. Á fundinum varð víst á, at sølan av sjónvarpsrættindunum í sambandi við EM endaspælið hevur verið ein góður handil, og at tað sær út til, at komandi endaspælið, sum komandi summar verður í Hollandi og Belgia, fer at seta nýtt met, og tað glíður sjálvandi væl niður hjá teimum ymisku at frætta, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sum eftir tí, ið hann hoyrdi í Sveits, ikki stúrir fyri føroysku luttøkuni í EM undanspælinum.


Býta um

Ein annar spurningur, sum var nógv umrøddur, var trupulleikin at fáa dagfestingarnar til landsdystir at ganga upp saman við øktu ynskjunum frá stórfeløgunum, sum greitt hava givið til kennar, at tey ikki vilja hava, at teirra spælarar eru so nógv upptiknir av landsdystum.

? Tað verður hildið fast við, at tá undankappingardystir verða á skránni, so skulu londini oftast spæla tveir landsdystir í somu viku, soleiðis sum vit kenna tað frá kappingini, sum nú er farin at halla. Tað varð nevnt, at tað kanska hevði verið betri bæði fyri feløgini og landsliðini, um tað í staðin fyri leygardag og mikudag hevði verið spælt mikudag og sunnudag, og tað tóktist vera stemningur fyri hesum. Ein møgulig broyting hesum viðvíkjandi hevði havt við sær, at feløgini fingu spælararnar aftur sunnukvøld ella mánamorgun í staðin fyri at fáa teir aftur mikukvøld ella hósdag. Hetta hevði aftur havt við sær, at umstøðurnar í feløgunum at fyrireika seg til heimligu kappingarnar høvdu verið nógv betri, og nógv bendir á, at hetta fer at verða broytt soleiðis til komandi EM undankapping, roknar Ísak Mikladal við.